2019-02-08 08:57
Nógvur ungdómur er við umborð á Norrønu hendan túrin til Danmark og heimaftur. Túrarnir í februar eru partur av Black Friday tilboðnum hjá Smyril Line, og nógvur ungdómur nýtir høvið til at hugna sær saman eitt vikuskifti umborð.
Tá ferðafólkini fóru umborð á Norrøna í gjár, var løgreglan til staðar og gjørdi eitt málrættað átak móti narko.
Trý mál vórðu skrivaði fyri brot á euforiserandi rúsevni. Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur at talan var um heilt lítlar nøgdir, undir eitt gramm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald