Leygarkvøldið 15. juni á Eystanstevnu verður skótahúsið við Løkin karmur um trý tiltøk.
Á skránni er hetta:
Kl. 22.00 “syngið við”
Sverri Justinussen, Eyðun Gaardbo, Oddfríður Gaardbo, Sigmar Davidsen, Torbjørn Jacobsen, Ludvík við Stein og Sunleiv Højgaard leggja tilrættis.
Kl. 22.30 Miðnáttarsamkoma
Uni Leitisstein Hansen heldur miðnáttarrøðuna 2019, Kór Glyvra Kirkju syngur, og Nes Sóknar Musikkfelag spælir
Kl. 00.00 Dansur við Punjab
Punjab varð stovnaður í 2012, og byrjaði í grundini sum eitt skúlaorkestur, tá limirnir í bólkinum, Árni Johannesson (sang, guitar), Matthias Kjølbro (saxofon), Tórður Dam Jacobsen (trummur), Kristian Pauli Ellefsen (keyboards), Kári Ellingsgaard (bass) og Robert Bjarnason (guitar) gingu í sama flokki.
Í 2015 gav Punjab sína fyrstu útgávu út, "The Flying Elephant". Útgávan og bólkurin fingu serstakliga góða móttøku, og til Faroese Music Awards 2016 fekk Punjab ikki færri enn fimm tilnevningar: Besti nýggi einstaklingur/bólkur, Besti bólkur, Besta útgáva (The flying elephant), og heili tveir sangir fingu tilnevning til besta sang, "Hairy Woman" og "Run to You". Sum dansibólkur spælir Punjab eisini kendar klassikarar úr øllum heiminum, sum við serliga ljóðinum frá bólkinum fáa heilt nýtt lív.
Punjab er væl samanspældur, og spælir eina ómetaliga spennandi blanding av alternativum funk rock tónleiki við íblástri úr jazz.
Hendan samanrenning skapar sera spennandi og orkufyltan tónleik, og saman við livandi og lívsglaðum ungum monnum á pallinum er dansigólvið ongantíð tómt. Hetta slag av tónleiki finst ikki í nøkrum øðrum bólkum í Føroyum, og tí eru fyrireikarnir sera glaðir fyri at kunna bjóða eina so forkunnuga uppliving live í Skótahúsinum við Løkin til Eystanstevnuna 2019.
Tað er áhugabólkurin fyri Skótahúsinum við Løkin, ið skipar fyri dansinum. Atgongumerki verða einans seld við dyrnar á kvøldinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald