Innanlands

Trygd skal hava nýggjan stjóra

Brian Smedemark, sum seinastu fimm árini hevur verið stjóri í Trygd, tekur í næstum við sum rakstrarstjóri í BankNordik

Brian Smedemark (Mynd: Trygd)

Brian Smedemark (Mynd: Trygd)

2023-06-01 17:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Brian Smedemark, sum seinastu fimm árini hevur røkt stjórastarvið í Trygd, fer í næstum at taka við nýggjum starvi sum rakstrarstjóri í BankNordik. Tískil skal Trygd hava nýggjan stjóra, sigur tryggingarfelagið á heimasíðuni.

Starvið er lýst leyst, og ætlandi verður nýggjur stjóri settur í summar. Brian Smedemark heldur fram sum stjóri í Trygd, til nýggi stjórin er funnin. 

Í tíðarskeiðinum sum stjóri í Trygd hevur Brian Smedemark staðið á odda fyri at menna nýggjar tænastur til kundarnar, og hann hevur harumframt rokkið góðum úrslitum. Tað er sostatt ein væl rikin og nýhugsandi fyritøka, ið nú skal hava nýggjan stjóra, sigur Trygd.

Sum rakstrarstjóri í BankNordik-samtakinum, fer hann at standa á odda fyri at menna kundavenda virksemið hjá samtakinum í Føroyum og Grønlandi. Brian er samstundis partur av samtaksleiðsluni og fer frameftir at hava ein týðandi leiklut í framhaldandi menningini av samtakinum á øllum marknaðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder