Innanlands

Trygdarpolitiskt samskifti millum Føroyar og USA verður raðfest

Hann fekk ikki lent fyri veður mikudagin, men Høgni Hoydal og amerikanski herflotaráðharrin høvdu tí talgildan fund

2024-08-16 07:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vegna veður, fekk amerikanski herflotamálaráðharrin, Carlos Del Toro ikki lent í Vágum í mikudagin, og tí varð ætlaða vitjanin í Føroyum avlýst á hesum sinni. Í gjár var tí talgildur fundur ímillum amerikanska herflotaráðharran og Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum.

Á fundinum umrøddu ráðharrarnir eitt nú hvussu trygdarpolitiskt og búskaparligt haldføri verður tryggja í norðurhøvum. Báðir partar eru samdir um, at Føroyar eiga ein týdningarmiklan leiklut, og eigur beinleiðis samskifti ímillum føroyskar og amerikanskar myndugleikar at verða raðfest. 

Carlos Del Toro takkaði fyri gott samstarv og dygdargóðar tænastuveitingar, m.a. í samband við kavbátavitjanir seinastu árini.

Herflotamálaráðharrin var væl kunnaður um føroysk viðurskifti og viðurkendi, at á fiskiveiðuøkinum hava Føroyar serlig áhugamál at røkja. Tí takkaði hann fyri tiltøkini, ið Føroyar hava sett í verk ímóti Russlandi. Eisini takkaði hann fyri tann stuðul Føroyar hava veitt Ukraina.

Ráðharrarnir umrøddu eisini onnur viðurskifti, eitt nú nýggju føroysku sendistovuna í Washington og møguligt samstarv millum Føroyar og USA um netrygd.

Carlos Del Toro harmaðist um, at vitjanin ikki eydnaðist hesaferð, men vónaði at finna nýtt høvi at vitja Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder