Nýggja heimasíðan Størv.fo sær í dag dagsins ljós og kemur afturat tænastuni sum Portalurin og Vevlýsingar veita.
Tað er tørvur á fólki at kalla allastaðni í samfelagnum. Høg sum lá. Onkur stendur og manglar eitt starv her og nú, onnur skeita eftir nýggjum møguleikum og onnur eru bara forvitin.
Starvlýsingarnar á Portalinum eru tær sjónligastu í Føroyum. Tær røkka út til upp ímóti 30.000 brúkarum dagliga umframt at tær eru at síggja á skíggjum kring landið.
Við sleppingini av Størv.fo, sum savnar øll størv í Føroyum, hevur útsjóndin av starvslýsingunum fingið eina yvirháling, sum ger tað heila greiðari.
Hevur tykkara fyritøka brúk fyri starvsfólki/starvsfólkum, so hava tit møguleika sjálvi at leggja starvslýsingina út umvegis Vevlýsingar ella senda hana til [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald