
Seinastu dagarnar hevur verið møguligt at atkvøtt fyri ársins útvarpshitt 2024, og í sendingini Góðan Morgun Føroyar varð í morgun avdúkað, at vinnarin í ár gjørdist "Tú skal syngja tær ein sang" hjá Jóannes Joensen.
Metnógvar atkvøður - 10.420 - komu inn til finaluumfarið, har lurtarar kundu velja millum tíggju sangirog vinnarin fekk heili 27 prosent av atkvøðunum - 2.864 atkvøður.
Nummar tvey gjørdist sangurin "Dugir tú at tosa føroyskt" hjá Lenu Anderssen við 18 prosent av atkvøðunum - 1.910.
Nummar trý gjørdist sangurin "Av øllum góða sum Guð hevur gjørt", sum Anna Louisa Mýri syngur. Sangurin fekk 11 prosent av atkvøðunum - 1.108 atkvøður.
– Hetta var fantastiskt, segði Jóannes Joensen. "Hevði eg orkað at skríggja, so hevði eg skríggjað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald