Mentan

Tú, sum ert í himlinum - ein filmur um aldri at missa vónina

12. januar vísir Filmsfelagið nýggja danska filmin "Du som er i himlen" – Filmurin hevur higartil bert verið vístur á altjóða filmstevnum, og verður hetta sostatt fyrsta sýning í einum biografi í danska ríkinum

2022-01-08 14:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikukvøldið 12. januar vísir Filmsfelagið nýggja danska filmin "Du som er i himlen".

Hetta er fyrsta sýning í einum biografi í danska ríkinum, tí higartil hevur filmurin bert verið vístur á altjóða filmstevnum, so sum Toronto International Film Festival, skrivar Filmsfelagið í tíðindaskrivi.

Flora Ofelia Hofmann Lindahl (f. 2005) hevur høvuðsleiklutin í filminum. Hon er kend frá sjónvarpsrøðini ”Ulven kommer” og frá MGP, sum hon vann í 2015.

Leikstjórin, Tea Lindenburg (f.1977), hevur verið í klassisku bókmentunum, nú hon ger fyrsta spælifilmin í fullari longd. Sjálv er hon útbúgvin leikstjóri á filmskúlanum Super16 í 2006. Tea Lindeburg hevur fyrr arbeitt fyri DR, TV2 og Netflix, har hon gjørdi røðina ”Equinox”, ið byggir á egið poddvarp.

Støðið í "Du som er i himlen" er skaldsøgan ”En dødsnat” frá 1912, sum Marie Bregendahl (1867-1940) skrivaði. Árini 1893-1900 var hon gift við Jeppe Aakjær.

Gjøgnum tríggjar kvinnur, fjúrtan ára gomlu Lisu, fastrina og ommuna, fáa vit innlit í karga kvinnulívið á einum donskum bóndagarði í 1800-talinum.

[object Object]

Eftir einum degi broytist alt í lívinum hjá Lisu. Hon er elst av systkjunum og hin fyrsta at skula fara í skúla, vónrík og við eini ósvitaligari trúgv á lívið. Tá náttin kemur á og mamman enn ikki hevur átt, gerst Lisu greitt, at her er ikki alt, sum tað eigur at vera. Dagurin, sum byrjaði í barndómsins ljósi, kann enda við, at hon gerst kvinnan í húsinum.

”Du som er i himlen” er inniliga nemandi lýsingin av eini ungari danskari gentu, sum er fangað í eini náðileysari tíð, ein søga um at taka ábyrgd, gerast vaksin og ikki at missa tað týdningarmesta av øllum - vónina - hóast einki verður sum fyrr. Filmurin hevur 15 ára aldursmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder