Uttanlands

TUI noyðist at skerja útreiðslurnar - fer at raka áleið 8000 starvsfólk

Stóra ferðavinnufelagið bløðir - hallið fyrsta ársfjórðing var 5,5 milliardir krónur

Týsk-enska felagið er tað størsta av sínum slagi í heiminum (Mynd: EPA)

Týsk-enska felagið er tað størsta av sínum slagi í heiminum (Mynd: EPA)

2020-05-13 09:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár gjørdist greitt, at Atlantic Airways noyðist at siga 90 fólkum úr starvi orsakað av koronakreppuni.

Ferðavinnan og ferðamannaflutningur er helst tann vinnugreinin, ið er harðast rakt av koronastøðuni, og nú er greitt, at støðan hjá TUI, størsta felagið av sínum slagi í heiminum, er sera ring.

Felgið er týskt-enkst, og eigur ferðaskrivstovur,  flogfeløg, ferðamananskip, gistingarhús o.a. Fyrsta ársfjórðing í ár, frá januar til mars, var hallið hjá felagnum heili 5,5 milliardir krónur. 

TUI boðar nú frá, at felagið fer at skerja virksemi og harvið útreiðslurnar, sum verða 30 prosent minni. Hetta fer at raka 8000 starvspláss í felagnum. Harvið fara sera nógv at missa arbeiði, og nógv ætlað størv verða ikki sett, upplýsir felagið.   

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder