Mentan

Tulka Eyðun Nolsøe í Hoydølum í kvøld

Onnur stjørnan av fimm, sum spírarnir tulka, er Eyðun Nolsøe

(Mynd: Hoydalar / KVF)

(Mynd: Hoydalar / KVF)

2026-02-12 10:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hann hevur skrivað og sungið eina rúgvu av løgum, og í kvøld verður hann stjørna í tónleikarøðini Hoydalar. Stjørnan hesaferð er Eyðun Nolsøe. Tað avdúkar Kringvarpið fyrrapartin.

Tónleikasendingin Hoydalar, sum fyrstu ferð varð send seinasta hóskvøld fekk beinanvegin vind í seglini. Væl framleidda sendingin, væl valdu ungu spírarnir, og ikki minst tulkingarnar av løgum hjá Martini Joensen dámdu fólki væl.

Í kvøld klokkan 19:30 verður tað Eyðun Nolsøe, sum millum annað er kendur frá bólkinum Frændur, sum var nógv frammi í 80- og 90'árunum.

[object Object]Kim Hansen avdúkar fyri spírunum, hvør næsta stjørnan er í nýggju røðini Hoydalar (Mynd: KvF)

Spírarnir í Hoydølum eru Jóhanna Sámalsdóttir (18 ár), Filip á Smið (19 ár), Emma Marcher Højgaard (17 ár), Bjarki Virgarsson Trondesen (14 ár), Anna Lovisa Mýri (20 ár), Sophilia Wraae Mukisa (19 ár).

Hoyr eisini: Sophilia: Vit eru øll tikin á bóli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder