2018-12-19 21:46
Hátíðardámur var á kommunuskrivstovuni seinnapartin týsdagin, tá Tullu Kjærbo og Sigurbjørg í Trøðini høvdu 25 ára starvsdag hjá Vágs kommunu.
Tulla Kjærbo hevur í 25 ár verið í starvi í Vágs Skúla, meðan Sigurbjørg í Trøðini hevur verið í starvi á Heilsumiðstøðini í 25 ár, skrivar kommunan.
Dennis Holm, borgarstjóri, ynskti Tullu og Sigurbjørg hjartaliga tillukku við starvdegnum, takkaði teimum báðum fyri trúgva tænastu og handaði teimum eisini blómutyssi og gávu frá Vágs kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald