Innanlands

Tummas Kannuberg hjálparprestur hjá próstinum

31-ára gamli leirvíkingurin skal næsta árið hjálpa Ova Brim. Talan er um eina royndarverkætlan

Fyrsta partin av hesum árinum virkaði Tummas Kannuberg sum sóknarprestur í Sjóvar kommunu - tað var, meðan Símun Persson Jacobsen var í farloyvi (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fyrsta partin av hesum árinum virkaði Tummas Kannuberg sum sóknarprestur í Sjóvar kommunu - tað var, meðan Símun Persson Jacobsen var í farloyvi (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-08-22 13:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á felags kirkjuráðsfundi í Nes prestagjaldi 21. august innstillaðu kirkjuráðini Tummas Kannuberg til tað tíðaravmarkaða embætið sum hjálparprestur hjá próstinum.

Hetta skrivar Fólkakirkjan á heimasíðu sínari fyrrapartin.

- Biskupur hevur samsvarandi innstillingini sett Tummas Kannuberg í starv hetta komandi árið, frá 1. september 2024 - 31. august 2025.

Talan er um eina royndarverkætlan. Ovi Brim varð settur í nýggja embæti sum próstur fyrr í ár. Honum skal 31-ára gamli leirvíkingurin, sum hevur nomið sær guðfrøðiútbúgving í Danmark, hjálpa. 

Afturat uppgávuni sum hjálparprestur, skal Tummas Kannuberg - í samráði við staðbundnu sóknarprestarnar í landinum - halda gudstænastur í kirkjusóknum, ið eru minni enn 400 fólk. 

Tummas hevur áður havt prædikur í Føroyum. Hann virkaði fyrsta partin av árinum sum sóknarprestur í Sjóvar kommunu - tað var, meðan Símun Persson Jacobsen var í farloyvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder