Innanlands

Tummas Lauritsen heldur grækarismessurøðuna í Miðvági

Hósdagin verður grækarismessuhald í viðarlundini í Miðvági

Grækarismessuhald verður í viðarlundini í Miðvági (Mynd: Vága kommuna)

Grækarismessuhald verður í viðarlundini í Miðvági (Mynd: Vága kommuna)

2026-03-09 12:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á Grækarismessu, hósdagin 12. mars skipar Skótalið Mikkjals á Ryggi fyri grækarismessuhaldi í viðarlundini í Miðvági.

Skótarnir ganga skrúðgongu frá skótahúsinum, og tiltakið byrjar klokkan 17.

Á skránni verður felagssangur, og Tummas Lauritsen heldur grækarismessurøðuna, skrivar Vága kommuna.

Aftaná verður høvi at fáa ein drekkamunn og okkurt gott afturvið. Eisini verður tombolasøla.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder