Innanlands

Tungtvigandi orsøkir fyri uppsøgnunum

Uppsøgnirnar hava einki við fakfelagsleiklutin hjá flogternunum at gera, sigur Atlantsflog

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-06-24 09:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein uppsøgn er altíð seinasti útvegur hjá einum arbeiðsgevara. Soleiðis sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog íviðmerking til tíðindini um uppsøgdu flogternurnar.

Danska felagið hjá flogternunum, Flyvebranchens Personale Union, hevur ført fram, at tað er óhoyrt, at álitisfólk á henda hátt verða søgd úr starvi.

Men stjórin í Atlantsflog, Jóhanna á Bergi, vísir aftur, at talan skal vera um fakfelagsleiklutin hjá teimum báðum uppsøgdu flogternunum.

Vit vilja tó gera greitt, at tungtvigandi orsøkir liggja sum grund fyri uppsøgnunum, skrivar Jóhanna á Bergi, men kemur ikki nærri inn á hvørjar hesar tungtvigandi orsøkirnar eru.

Les viðmerkingina hjá Jóhannu á Bergi: Tungtvigandi orsøkir liggja sumgrund fyri uppsøgnunum  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder