Innanlands

Tunlarnir til viðgerð í tinginum í dag

Tilsamans eru átta mál á skránni í dag

2019-02-26 09:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgtingsfundur verður settur kl. 11 í dag. Á skránni eru millum annað nýggjur Fámjinstunnil og nýggjur tunnil til Dals.

Átta mál eru á skránni, umframt framløgur. Av málunum eru trý til aðru viðgerð. Hetta eru málini um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing; løgtingslóg um nýggja Fámjinstunnil; og løgtingslóg um nýggjan tunnil til Dals.

Av málunum, sum eru til fyrstu viðgerð kunnu nevnast broyting í løgtingslóg um barsilsskipan, har ætlanin er at leingja rættin til barsilspening; uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2019; og dagføring av vegum og tunlum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder