Hetta er afturvendandi tiltak hjá Tórshavnar Froskmannafelag, sum hevur skipað fyri tunnusláing á sjónum flestu árini síðani felagið var stovnað í 1957.
Tunnusláingin verður í Vágsbotni leygardagin 13. februar kl. 14.00.
Øll eru vælkomin við, bæði børn og vaksin. Neyðugt er tó at vera í einari froskmannadrakt. Felagið hevur nakrar barnadraktir til láns. Tey, ið ynskja at læna eina drakt, kunnu møta nakað áðrenn kl. 14.00 í hølunum hjá Froskmannafelagnum undir Bryggjubakka 29, har draktir vera útflýggjaðar. Til ber at skifta klæðir og lata seg í draktina í hølunum hjá felagnum.
Hann, ið slær tunnuna niður, verður ikki kallaður Kattakongur, men verður kallaður Kongafiskur. Onkuntíð vera kattakongar blakaðir á sjógv. Hjá froskmonnum er øðrvísi, har kann Kongafiskurin vænta at vera blakaður uppá turt. Kongafiskurin fær tó eisini ein vinning, sum heiður fyri avrikið.
Tey, ið ikki hætta sær at leypa á sjógv, eru vælkomin oman í Vágsbotn at síggja, meðan froskmenninir sláa tunnuna. Heitt kakao og suppa verður til øll, bæði áskoðarar og froskmenn. Vónandi verður undirtøkan góð.
– Tórshavnar Froskmannafelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald