2018-09-12 15:57
Teistin avlýsir í øllum førum tveir túrar seinnapartin orsaka av brekinum, sum hendi á middegi, tá strandfaraskipið stegðaði upp í Skopunarfirði áveg á Gomlurætt.
Strandferðslan skrivar á heimasíðuni at túrarnir av Gomlurætt klokkan 15:50 og úr Skopun klokkan 16:35 verða ikki sigldir.
Somuleiðis verður túrurin út í Hest klokkan 14:30 heldur ikki sigldur.
Kunning um nær siglingin á leið 60 og 61 byrjar aftur - altso nær Teistin siglir aftur, kemur so skjótt kunningin er tøk, sigur Strandferðslan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald