Innanlands

Túrarnir hjá Smyrli í kvøld avlýstir vegna veður

Talan er um túrin av Krambatanga klokkan 18.45 og túrin úr Havn 21.15

2020-01-13 10:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðurforsøgnin fyri í kvøld er einki serlig, og sum so ofta í seinastuni er neyðugt hjá Strandfaraskipum Landsins at avlýsa túrar.

Sí veðrið her

Hesaferð gongur tað í øllum førum útyvir størsta skipið. Á heimasíðuni hjá SSL stendur, at fyri veður siglir Smyril ikki túrin av Kramba
tanga klokkan 18.45 og túrin úr Havn klokkan 21.15 í kvøld. 

Smyril siglir harvið seinasta túr í dag klokkan 16.00 úr Havn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder