Innanlands

Turið Gaard Hansen nýggjur verkætlanarsamskipari hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Turið er 34 ár og útbúgvin lærari frá Professionshøjskolen Metropol. Harafturat hevur hon tikið ein pba í Innovatión og íverksetan. Talan er um hálvtíðarstarv

Fyri Turið hevur náttúruvernd, burðardygd og varðveitan av lívmargfeldinum ein stóran áhuga

Fyri Turið hevur náttúruvernd, burðardygd og varðveitan av lívmargfeldinum ein stóran áhuga

2023-02-02 18:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Turið Gaard Hansen er sett í hálvtíðarstarv sum verkætlanarsamskipari hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag.

Turið er 34 ár og útbúgvin lærari frá Professionshøjskolen Metropol. Harafturat hevur hon tikið ein pba í Innovatión og íverksetan.

Hon hevur arbeiðsroyndir sum lærari, við ferðavinnu og innan mentanarøkið, har hon m.a. hevur verið við til at samskipa tiltøk, at skriva og týða tekstir, og at arbeiða sum sjálvstøðug. 

Fyri Turið hevur náttúruvernd, burðardygd og varðveitan av lívmargfeldinum ein stóran áhuga.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder