Innanlands

Turið Hermannsdóttir skal verja sína ph.d.

– Mær vitandi er hetta fyrsta ph.d.-ritgerðin, sum kannar upplivdar reproduktivar royndir hjá kvinnum í Føroyum, sigur Turið m.a. í samandráttinum av ritgerðini, sum hevur heitið "Reproductive manoeuvring - An ethnographic study about women’s abortion and other reproductive experiences in the Faroe Islands"

Turið Hermannsdóttir (Mynd: Setur.fo)

Turið Hermannsdóttir (Mynd: Setur.fo)

2023-06-05 15:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin 12. juni klokkan 13 verður Ph.d.-verja í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn, har Turið Hermannsdóttir fer verja sína ph.d.-ritgerð.

Ritgerðin hevur heitið "Reproductive manoeuvring - An ethnographic study about women’s abortion and other reproductive experiences in the Faroe Islands".

Í føroyska samandráttinum av ph.d.-ritgerðini skrivar Turið Hermannsdóttir m.a.:

– Ætlanin við hesari ph.d.-ritgerðini, ‘Reproductive manoeuvring: An ethnographic study about women’s abortion and other reproductive experiences in the Faroe Islands’, er at kanna upplivdar reproduktivar royndir í avmarkandi politiska umhvørvinum viðvíkjandi fosturtøkum í Føroyum.

– Hetta verður gjørt við drúgvum samrøðum við 20 kvinnur og etnografiskum innliti í føroysk viðurskifti.

– Ritgerðin rakar beint inn í eitt heitt politiskt evni. Føroyska lógin um fosturtøku er ein gomul donsk lóg frá 1956. Í 2018 yvirtóku Føroyar málsøkið sambært galdandi reglum um politiskar yvirtøkur inn undir føroyskt ræði. Yvirtøkan elvdi til meira umfatandi kjak um lógina í samfelagnum sum heild. Hetta setti ferð á tað, eg kalli órógv í tí reproduktiva landslagnum. Hetta staðbundna órógvið hendi mitt í einum heimsumfatandi órógvi í reproduktiva politikkinum.

– Vit síggja víðfevndar broytingar henda í rótfestum lógum um fosturtøku. Eitt nú varð liberala hægstarættaravgerðin frá 1973 í sakarmálinum hjá Roe móti Wade kolldømd, so at fosturtøka ikki longur er grundlógartryggjaður rættur hjá kvinnum í USA. Í Írlandi hendi øvut tað, at gamla avmarkingin av fosturtøkum í 2018 varð broytt við ógildingini av Eight Amendment, so at atgongdin til fosturtøku varð liberaliserað.

– Mær vitandi er hetta fyrsta ph.d.-ritgerðin, sum kannar upplivdar reproduktivar royndir hjá kvinnum í Føroyum.

Ph.d.-verjan verður á enskum og er almenn, skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðuna. Eisini verður hon stroymd.

Turið hevur verið innskrivað á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya og á IMT á RUC í Danmark. Vegleiðarar hava verið Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetrinum, og Betina Dybbroe, professari á RUC.

Í metingarnevndini eru Erika A Hayfield, lektari á Fróðskaparsetrinum og forkvinna, Nicole Thualagant, lektari á RUC, Marcin Smietana, seniorgranskari á University of Cambridge, Stine Adrian, professari á Aalborg Universiteti og Nannu Schneidermann, lektari á Aarhus Universiteti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder