placeholder
Uttanlands

Turkaland fer ikki at lata drápsmenninar sleppa undan rættvísi

Turkisku myndugleikarnir hava eisini deilt vitan við USA

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan (Mynd: Al Jazeera)

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan (Mynd: Al Jazeera)

2018-10-24 15:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

 Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, hevur gjørt púra klárt, at Turkaland ikki fer at loyva drápsmonnunum hjá suaidarabiska journalistinum Jamal Khashoggi, sleppa undan rættvísi.

- Vit fara ikki at lata teir goyma hetta drápið, og fara at tryggja okkum, at øll tey, sum eiga skuld í hesum – frá teimum sum góvu boðini, til tey, sum stóðu fyri drápinum – verða dømd, segði Erdogan í talu í Ankara.

Nú er eisini komið fram, at Turkaland deilir sína vitan um morðið við amerikansku fregnartænastuna CIA. Tað skrivar AFP, sum hevur sína vitan frá turkiska blaðnum Sabah. Stjórin í CIA, Gina Hapsel, hevur fingið latið sjónbond, ljóðbond og próvtilfar frá konsulátinum í Istanbul, sum Turkaland hevur fingið hendur á.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder