Innanlands

Turt í dag, men regn komandi dagarnar

Soleiðis verður veðrið komandi dagarnar

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-12-20 12:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Turt er í veðrinum í dag, tó eitt sindur av avfalli verður í kvøld. Komandi dagarnar verður vátt.

Fram til klokkan 21 í kvøld er turt, og fram til midnátt verður eitt sindur av avfalli millum 0,1 0g 0,2 mm. Tað, sum eftir er av degnum er andøvsgul og frískur vindur av eysturi, millum 7 og 9 m/s. Hitin millum 7 og 8 hitastig.

Í nátt og í morgin regnar næstan út í eitt, millum 0,1 og 0,6 mm avfall. Vindmegin verður gul til andøvsgul av landsynningi eystan, millum 5 og 8 m/s. Hitin verður 7 hitastig.

Leygardagin regnar eisini allan dag, millum 0,8 og 1,3 mm. Í ættin verður hann landnyrðingur eystan og landnyrðingur, í vindinum gul til frískan vind, millum 5,3 og 9,5 m/s. Hitin verður 7 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder