Innanlands

Turt í dag og í morgin

Tað gerst eisini eitt sindur lýggjari

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-02-04 12:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurforsøgnin sigur frá turrum veðri komandi í dag og í morgin, og eisini gerst eitt sindur lýggjari.

Í dag er andøvsgul til frískur vindur av norðuri, millum 7 og 9 m/s. Einki avfall og hitin millum 3 og 4 hitastig.

Í morgin verður eisini turt heilt fram til um 22 tíðina. Í morgin er gul til frískan vind av norðuri og landnyrðingi, millum 4 og 9 m/s, men um kvøldið veksur hann í vindinum. Um 22 tíðina verður strúkur í vindi, um 13 til 14 m/s, av landsynningi. Eisini verður nakað av avfallið um kvøldið, millum 0,2 og 1,1 mm. Hitin í morgin veksur úr trimum hitastigum upp í seks hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder