Innanlands

Turt og stilt restina av degnum

Í nátt fer at regna

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-01-06 10:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurforsøgnin sigur frá turrum og rættiliga stillum veðri í dag.

Í luftini er andøvsgul og frískur vindur av vestri, millum 7,2 og 8,6 m/s. Turt er til klokkan 22 í kvøld, tá eitt sindur av avfalli er fram til midnátt, millum 0,1 og 0,2 mm. Hitin millum 6 og 7 hitastig.

Á midnátt fer at regna meir og í nátt er millum 0,2 og 3,9 mm. Vindferðin í nátt er frískur til hvassur vindur av suðri og landsynningi, millum 8,8 og 14,6 m/s.

Mánadagurin bjóðar sera skiftandi veður, við millum gul og skrið, fyrst sunnan, men seinnapartin norðan í ættini. Vindferðin millum 4 og 19 m/s. Nøkur æl eru gjøgnum dagin millum 0,1 og 0,7 mm. Hitin millum 5 og 8 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder