Uttanlands

Túsundatals mótmælisfólk í Tel Aviv

Avvarðandi hjá gíslum í Gaza kravdu ein enda á krígnum og leyslating av gíslunum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-08-10 12:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið fóru túsundatals mótmælisfólk út á gøturnar í ísraelska stórbýnum Tel Aviv fyri at krevja ein enda á krígnum í Gaza.

Mótmælisfólkini høvdu við sær myndir av gíslum, sum framvegis eru í varðhaldi hjá Hamas, og kravdu at ísraelska stjórnin skal tryggja, at gíslarnir verða leyslatnir, skrivar Ritzau.

Fríggjamorgunin góðkendi ísraelska trygdarráðið eina ætlan um at taka ræðið á Gaza býi. Fleiri heimsleiðarar hava funnist at ætlanini, og mótmælisfólk høvdu eini beinleiðis boð til ísraelska forætisráðharran, Benjamin Netanyahu:

– Gera tit innrás í parti av Gaza, og gíslarnir verða dripnir, fara vit at elta tykkum, segði avvarðandi hjá einum av deyðu gíslunum sambært AFP.

Journalistar, sum vóru til staðar, hava mett, at tíggjutúsundatals fólk luttóku í mótmælinum, meðan ein bólkur, sum umboðar avvarðandi hjá gíslunum hevur mett, at upp móti 100.000 luttóku.

Les eisini: Finnast at ísraelsku ætlanini fyri Gaza



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder