Innanlands

Tvær ætlanir um lendisbata í Kalsoynni

Norðurlendska ráðharraráðið latið stuðul til at endurbøta eina skriðu í Syðradali og danskur grunnur latið stuðul til at taka allan seyðin av í Stóraryggi

Henda skriðan skal bøtast í samstarvi við Miðnám í Vestmanna

Henda skriðan skal bøtast í samstarvi við Miðnám í Vestmanna

2022-03-08 10:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvussu høvdu Føroyar sæð út, um eingin mannaávirkan var? Hevði gróðurin, sum var áðrenn landnám, komið aftur, ella hevði annar gróður komið ístaðin? Hevði lívfrøðiliga margfeldið verið størri? Ber til at menna hættir at fáa gróður aftur í stórar skriður, sum kunnu nýtast allastaðni í høgunum í Føroyum?

Týdningurin av at gagnnýta lendið burðardygt, so komandi ættarlið fáa somu gleði av náttúruni í Føroyum, sum vit hava havt, er eyðsýndur, nú stórar skriður nýliga lupu í Oyndarfirði og Elduvík.

Kundu vit sloppið undan mongu skriðulopunum og ber til at fáa gróður í aftur skriður, sum eru?

Lendisbati
Omanfyri nevndu viðurskifti eru spurningar, sum lívfrøðingar á Tjóðsavninum arbeiða við. Í hesum sambandi er sett í verk ein framsøkin verkætlan, sum hevur fingið heitið Lendisbati. Lendisbati er ein yvirskipað náttúruendurbøtandi verkætlan, sum fer at standa fyri og seta í verk átøk og aðrar verkætlanir framdar í Føroyum. Høvuðsátøkini eru at bøta náttúruna, m.a. fyribyrgja jarðrivi, bøta um lívmargfeldið og endurbøta mó- og vátlendir til frama fyri kolevnisupptøku.

Verkætlanin Lendisbati verður fíggjað við stuðli frá grunnum og frá privatum fyritøkum og einstaklingum.

Norðurlendska ráðharraráðið stuðlar
Fyrsta endurbøtingarátakið, sum Lendisbati fer undir at granska í og at gera royndir við at endurbøta, er stór skriða omanfyri Syðradal á Kallsoynni. Hetta átakið verður gjørt í samstarvi við Bjørn Kalsø, bónda á Blankaskálagarði og við Miðnám í Vestmanna.

Norðurlendska Ráðharrarráðið hevur játtað 800.000 krónur til verkætlanina, og í næstum verða serfrøðingar úr okkara grannalondum bodnir til Føroya at geva sítt íkast til, hvussu skilabest verður farið fram við hesum einstaka átaki, men eisini at ráðgeva um endurbøting aðrastaðni í Føroyum.

[object Object]

Samstarv við Miðnám í Vestmanna
Á Miðnámi í Vestmanna hevur í nógv ár verið arbeitt við verkætlanum í lærugreinini Tilfeingi A, har tørvur er á, at næmingar regluliga innsavna dátur úr føroysku náttúruni at arbeiða við. Tað er tí upplagt hjá næmingunum á Miðnámi í Vestmanna at luttaka í verkætlan sum hesari. Hetta er kærkomið høvi at gera undirvísingina autentiska og viðkomandi fyri næmingar við áhuga fyri náttúruni og burðardyggari gagnnýtslu, sigur Jóhan Hofgaard, lærari á Miðnámi í Vestmanna.

Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini á Tjóðsavninum sigur, at við samstarvinum við miðnámsskúlan, eru tað ikki bara skúlin og næmingarnir, ið fáa nakað burturúr, tí við hesum fær savnið eisini nógva sjálvbodna arbeiðsmegi til at fremja átøkini, umframt at samvirkanarárinini heilt vist eru fleiri við einum slíkum samstarvi. Við samstarvinum verða átøkini tískil bæði bíligari, lættari og meira spennandi at gera. Trý tey næstu árini fara næmingar úr triðja flokki á Miðnámi í Vestmanna við skúlaársbyrjan í august í Kalsoynna at gera veruligt vísindaligt feltarbeiði og endurbøtingararbeiði.

Ætlanirnar omanfyri Syðradal eru slóðbrótandi, tí her fáa allir partar fyrimunir av átøkunum.

Tjóðsavnið granskar og fær virðismikla vitan um Føroyska náttúru, næmingar á Miðnámsskúlanum í Vestmanna fáa fakligar avbjóðingar, sum verðuliga geva meining, og bóndin fær endurbøtt skadda náttúru, sum so menniskju og kríatúr aftur kunnu fáa gleði av.

Bjørn Kalsø fegnast um, at Tjóðsavnið, norðurlendskir granskarar, Miðnám í Vestmanna og Blankskálagarður kunnu samstarva, og nýta náttúruna í beinleiðis gransking og undirvísing, ið hevur sum mál at endurbøta lendið í Føroyum.

[object Object]Vøksturin kann vera rættiliga øðrvísi, har sum seyður ikki sleppur til (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

Ein onnur verkætlan á Kallsoynni – náttúrufriðlendisverkætlan
Tjóðsavnið luttekur eisini í aðrari verkætlan í Kallsoynni. Tað er í hagapartinum Stóriryggur, sum er lagdur út sum náttúrufriðøkið. Tað var Kristin Wilhelmsen, røktari, sum vegna eigararnar vendi sær til Tjóðsavnið og bjóðaði teirra haga fram til verkætlanina Lendisbati.

Í haganum er seyðurin tikin av, og hegnið kring hagan verður í løtuni umvælt, so seyður ikki kemur inn í hagan frá grannahøgunum.

Endamálið við verkætlanini er at fylgja við, hvat hendur við náttúruni har, tá upprunavøksturin spakuliga kemur aftur. Kristin sigur, at hann fegin vil síggja eitt ríkari fuglalív í haganum, sum hann minnist, tá ið hann var smádrongur. Grunnurin Aage V. Jensen fíggjar ta verkætlanina við 448.000 krónum.

Átøkini í Kalsoynni hanga ikki beinleiðis saman. Tó eru ymiskir logistiskir fyrimunir, tá arbeiðini skulu leggjast til rættis. Eisini er ætlanin, at Miðnámsskúlin í Vestmanna skal gera kanningar í Haganum Stóriryggur og møguliga í øðrum høgum í Kalsoynni, sum verða riknir á vanligan hátt.

Á Tjóðsavninum gleða fólk seg til samstarvið við Miðnámsskúlan í Vestmanna, serfrøðingar úr grannalondunum og bøndurnar í Kalsoynni.

Tíðindaskriv frá Tjóðsavninum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder