Innanlands

Tvær bøtur í Sørvági

Ein varð skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar fyri at vísa løgregluni longutong, og ein annar varð skuldsettur fyri at stoyta øl á ein annan persón

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-16 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Countryfestivalur hevur verið í Sørvági um vikuskiftið, og tað hevur sum held gingið friðarliga fyri seg, men tó vórðu nakrar bøtur skrivaðar fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Sunnunáttina vórðu tveir persónar skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglurnar. Hetta var millum klokkan hálvgum fýra og fýra um náttina.

Tann eini varð skuldsettur fyri tilætlað at hava tveitt øl á ein annan festivalgest, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at viðkomandi var undir 18 ár, og tí varð eisini sosialrapport skrivað.

Hin persónurin varð skuldsettur fyri at vísa løgregluni longutong.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder