Føroyar fingu tvær virðislønir, tá norðurlendsku Embla matvirðislønirnar í kvøld vórðu handaðar í Reykjavík í Íslandi.
Grøna oyggin – tað er matvøruframleiðararnir á Sandi, fingu eina virðisløn í bólkinum Nordis Food Producer og matstovan og –verkætlanin Gimburlombini í Nólsoy fekk heiðurin fyri Nordic Food Destinations.
Sostatt var hetta aðru ferð á rað, at hesar virðislønirnar fórðu lætnar til føroyskar verkætlanir. Tí seinast Embla virðislønirnar vórðu latnar, tað var í 2017, vann Dímunargarður virðislønina fyri matframleiðarar og Heimablídnivann fyri matferðamál.
Føroyar høvdu seks tilnevningar til Embla virðislønirnar hesaferð. Johannes Jensen, stjóri í Gist og Vist var innstillaður til Nordic Food Entreprenaur, Gásadalsgarður til Nordic Food Artisan (t.e. handverkari), Jóan Pauli Joensen til Nordic Food Communicator og Ein dagur á Grynnuni til Nordic Food for Children and Young.
Grøna oyggin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald