2023-04-28 15:35

Løgreglan hevur seinasta mánaðin fingið tvær fráboðanir um brúk av følskum pengaseðlum.
- Vit vita, at annað brotið er framt áðrenn 16. november í 2022, og at seinna brotið er framt áðrenn 3. apríl 2023. Peningafalsan er eitt álvarsamt lógarbrot, og politiið kannar málið í løtuni, sigur løgreglan.
Eisini ynskir løgreglan at hoyra frá fólki og fyritøkum, sum møguliga hava verið fyri peningafalsan.
Um nakar hevur sæð ella hoyrt eitthvørt um málið, vinarliga setið tykkum í samband við politiið á tlf. 351448 ella 114.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald