Innanlands

Tvær fráboðanir um springarar

Seinnapartin í gjár vórðu springarar sæddir út fyri Skarðshjalla, men tað vísti seg at vera nísur – Í morgun vórðu springarar sæddir fimm fjórðingar úr Eystnesi, og avgjørt er at halda teir til á Skálafjørðinum

(Savnsmynd: jn.fo)

(Savnsmynd: jn.fo)

2024-09-07 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Beint fyri klokkan níggju í morgun varð boðað frá, at springarar vóru sæddir umleið fimm fjórðingar úr Eystnesi, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Støða er tó enn ikki tikin til, um teir skulu haldast til.

Seint seinnapartin í gjár varð eisini boðað frá springarum út fyri Skarðshjalla. Tað vísti seg tó at vera nísur, so tí var einki gjørt við teir.

Dagføring kl. 10.33: Springararnir verða hildnir til á Skálafjørðinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder