Gjárakvøldið skrivaði EB.dk at tvær norðurlendskar kvinnur eru funnar deyðar í Marokko, har tær hava fjakka saman. Kvinnurnar eru mitt í tjúgunum.
Sambært VG.no bera kanningar av kroppinum hjá kvinnunum boð um, at tær hava verði fyri ógvusligum harðskapi. Brotsmaðurin hevur brúkt okkurt hvasst amboð og talan kann vera um knív.
Kvinnurnar vórðu funnar uttanfyri bygdina Imlil, sum lyggur í fjallalendinum nær við Toubkal, sum er hægsta fjallið í Norðurafrika. Báðar kvinnurnar ferðaðust einsamallar og vórðu funnar tætt við tjøldini hjá sær.
Maður, sum VG hevur tosað við sigur, at økið kring bygdina er avbyrgt og at bygdafólkið er skelka. Hann sigur, at tílíkt aldirn er komið fyri áður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald