2019-02-18 18:50
Sera óvæntað varð í kvøld kunngjørt, at Koks var millum matstovurnar, sum fær heilar tvær Michelinstjørnur í ár.
Í 2017 fekk matstovan sína fyrstu stjørnu, og hetta var eisini fyrstu ferð at ein føroysk matstova hevur fingið ein slíkan heiður. Í fjør endurvann Koks stjørnuna, og í ár fekk matstovan heilar tvær stjørnur.
Poul Andrias Ziska, Karen Visth og Johannes Jensen frá Koks tóku ímóti heiðrinum.
Umframt tað fekk 28 ára gamli Poul Andrias Ziska heiðurin sum besti ungi kokkur. Hetta er fyrstu ferð, at ein kokkur í norðanlondum fær hendan heiðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald