Innanlands

Tvær US Navy vitjanir í dag

USS Porter á Runavík og USS John Warner í Nólsoyarfirði

(Mynd: portofrunavik.com)

(Mynd: portofrunavik.com)

2022-05-17 11:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanska sjóverjan, US Navy, hevur víst seg heili tvær ferðir millum oyggjarnar í dag.

Nakað samstundis, sum kjarnorkurikni kavbáturin USS John Warner vísti seg í Nólsoyarfjørð fyri at seta sjúkan mann av, so hann kundi fáa sjúkrahúsviðgerð, legði stóri oyðarin USS Porter at í Runavík.

Skipið verður liggjandi í Runavík til í morgin, skrivar heimasíðan hjá Runavíkar havn.

USS Porter er av slagnum Arleigh Burke, sum verða brúkt til nógvar ymsar uppgávur hjá amerikanska herflotanum.

Á Runavík skal skipið bunkra, seta burturkast í land, taka vatn o.a. 

[object Object]
(Mynd: portofrunavik.com)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder