2023-03-12 12:27

Fyrrapartin í gjár var bjargingarbáturin Rescue Lív tvær ferðir sendur at hjálpa einum báti, sum hevði fingið maskinbrek.
Klokkan 10.50 varð boðað frá, at ein útróðrarbátur hevði fingið maskinbrek í Sandshavinum, og hevði hann tí tørv á sleipi.
Ein lítlan hálvan tíma seinni, klokkan 11.16 varð boðað frá, at eitt áttamannafar hevði fingið maskinbrek út fyri Glyvursnes.
Lív sleipaði tær báðar til ávikavíst Sands og Argir, skrivar heimasíðan hjá Vørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald