Innanlands

Tveir bilførarar fingu klipp í gjár

Seinasta samdøgrið hevur annars verið stak friðarligt, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-26 08:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og úrslitið av hesum var, at tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið.

Ein fekk klipp fyri eina ólógliga yvirháling í Kaldbaksbotni, og ein fekk klipp fyri at koyra ímóti ferðsluni á einsrættaðum vegi í Havn.

Í Norðoyatunlinum var ferðslan órógvað eina løtu, tá ein lastbilur punkteraði, so løgreglan sendi fólk á staðið at skipa ferðsluna, inntil lastbilurin varð fluttur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at seinasta samdøgrið annars hevur verið stak friðarligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder