Í gjár vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir.
Tann fyrri varð tikin í Eysturoynni seinnapartin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka, og tann seinni varð tikin í miðstaðarøkinum um kvøldið. Hann var ávirkaður av rúsevnum. Blóðroynd er tikin, og bíðað verður eftir úrslitinum.
Á midnátt varð ein annar bilur steðgaður í Suðuroynni, har tað vísti seg, at bilførarin hevði eina lítla nøgd av hassji uppiá sær. Talan var bert um 0,55 gram, og tað fær hann eina bót fyri.
Løgreglan hevur í nátt gjørt nógv burturúr at kanna skeinkistøð kring landið, og har var alt í lagi. Eisini vórðu um 20 bilar steðgaðir í Eysturoynni og í Klaksvík tíðliga í morgun, og eisini har var alt í lagi, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald