Innanlands

Tveir bilførarar koyrdu ov skjótt á Skipanesi

Løgreglan var úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu fleiri ymisk lógarbrot skrásett

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-18 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan verið úti og kannað ferðsluna kring landið, og í hesum sambandi vórðu fleiri ymisk lógarbrot skrásett.

Tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt á Skipanesi. Mest loyvda ferðin er 50 km/t, men hesir báðir koyrdu ávikavíst 74 og 76 km/t.

Ein persónur varð eisini tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn, og ein varð tikin fyri at koyra uttan førararætt í Norðurøkinum.

Umframt hetta hevur løgreglan eisini tikið onkran fyri at tosa í handhildnari telefon, meðan koyrt varð, og fyri ikki at hava koyrikortið uppiá sær, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder