Innanlands

Tveir bilførarar koyrdu ov skjótt í gjár

Løgreglan var í gjár úti og kannaði ferðsluna, og úrslitið var, at ein bilførari fekk bót, og ein fekk bæði bót og klipp fyri ferð

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-05-08 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu tveir bilførarar á Oyrareingjum tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Bilførararnir, sum vórðu tiknir um 14-tíðina í gjár, koyrdu ávikavíst 100 og 102 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 80.

Báðir fáa eina bót, umframt at tann seinni eisini fær eitt klipp, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder