Innanlands

Tveir fullir førarar skuldsettir

Báðir førararnir - annar á motorsúkklu og hin í bili - rendu á, men ongin fólkaskaði hendi

2019-06-22 09:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Lørgerlan hevur í gjárkvøldið og í nátt skuldsett tveir mans fyri at hava koyrt rúsdrekkaávirkaðir.

Talan var um tvey ferðsluóhapp, men vakthavandi á løgreglustøðini ynskir ikki at upplýsa hvar óhappini hendu, bert at tað var uttan fyri Havnina.

Hitt fyrra hendi beint fyri klokkan ellivu í gjárkvøldið, tá ein ávirkaður maður á motorsúkklu rendi á ein bil. Hitt óhappi hendi nakað eftir klokkan fýra í morgun, tá ein ávirkaður maður í bili rendi niður í ein bátadrátt á einum havnarøki.

Í báðum førum var blóðroynd tikin av bilførarunum, sum eru skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring. Ongin fólkaskaði hendi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder