Mentan

Tveir fyrilestrar á Fossánesi í komandi viku

Vígdis Skorheim kemur at tosa um kvinnur og kærleika, og Pól Johannessen og Pól Sundskarð fara at tosa út frá hendingum, teir hava verið út fyri, og hvussu hetta hevur ávirkað teir

Í komandi viku verða tveir fyrilestrar á Fossánesi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í komandi viku verða tveir fyrilestrar á Fossánesi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-27 16:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku verða tveir fyrilestrar á skúlanum á Fossánesi. Tað boðar Hvannasunds kommuna frá á heimasíðuni.

Tann fyrsti verður mikudagin 2. mars klokkan 19 við Vígdis Skorheim úr MEA - húsinum fyri familjufyrisiting.

Evnið, Vígdis kemur at tosa um er "kvinnur og kærleiki", og er fyrilesturin fyri kvinnur í øllum aldri.

Hósdagin 3. mars klokkan 19 verður síðani fyrilestur við Pól Johannessen og Pól Sundskarð. Her er talan um ein fyrilestur, sum er ætaður monnum, har teir báðir koma at tosa út frá hendingum, teir hava verið út fyri, og hvussu hetta hevur ávirkað teir.

Fyrilestrarnir verða báðir í kantinuni. Kaffi og okkurt søtt verður eisini at fáa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder