
Fyrrapartin í gjár fekk løgreglan boð um, at ein persónur var bitin av einum hundi, sum gekk leysur einastaðni í Vágum.
Løgreglan fann fram til eigaran, sum fær eina bót á 1.200 krónur. Her var talan um fyrstu ferð, hesin hundurin er meldaður fyri at hava bitið fólk. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað einans er um hundurin endurtekur slíkt, at stig verða tikin til at taka lívið av hundinum.
Tvey ‘hundamál’ vórðu fráboðað løgregluni í gjár. Hitt var í Havn seinnapartin, har boð vóru sent aktingarmanninum at fanga ein hund, sum gekk leysur.
Eigarin fekk 600 krónur í bót fyri at lata hundin ganga leysan umframt at tað kostaði honum 600 krónur í upptøkugjaldi tá boð verða send eftir aktingarmanninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald