Innanlands

Tveir kláraðu ikki at lata bilin standa

Løgreglan tók í gjár tveir bilførarar í miðstaðarøkinum fyri at koyra við alkoholi í blóðinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-31 09:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tveir bilførarar vóru í gjár tiknir fyri at koyra við rúsdrekka í blóðinum. Helst hava fleiri veitslur verið í gjárkvøldið, nú nýggjársaftan er í dag, og summi hava ikki klára at latið bilin standa.

Í tí eina førinum gjørdi løgreglan eitt átak og stegðaði fleiri bilum í miðstaðarøkinum. Ein vísti seg at koyra við rúsdrekka í blóðinum.

Hin bilførarin varð funnin heldur tilvildarliga. Løgreglan kom á ein bil sum koyrdi heldur undarligt, og tí varð valt at steðga honum. Illgrunin var rættur, tí alkohol var í blóðinum.

Báðir bilførararnir vórðu tiknir seint í gjárkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder