Innanlands

Tveir koyrdu ov skjótt í Norðoyatunlinum

Tveir bilførarar vórðu í nátt tiknir fyri at koyra ávikavist 121 og 124 kilometrar um tíman

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-05 10:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan verið úti og gjørt ferðmátingar í Norðoyatunlinum, og har vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Ferðin hjá tí eina bilføraranum varð máld til 121 kilometrar um tíman, meðan hin koyrdi 124 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman.

Báðir fáa treytaða frádøming, og skulu teir sostatt upp til nýggja koyriroynd, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder