Tá kommunuvalið í Tórshavnar kommunu nú gjørdist júst so sprøklut og marglitt, sum vit spáddu í veljarakanning undanfarna leygardag, so er greitt, at tað eru nógvir møguleikar at telja upp í sjey.
Tað verða seks listar umboðaðir í Tórshavnar býráði komandi valskeið. Hesir fingu fýra, trý, tvey, tvey, eitt og eitt umboð í býráðið.
So har vóru nógvur møguleikar at telja upp í sjey og harvið finna ein býráðsmeiriluta. Og tað bleiv eisini samráðst og fríggjað dúgliga í ítróttarhøllini undan, ímeðan og eftir at endaliga úrslitið varð kunngjørt út móti midnátt í kvøld.
Líka til nøkur av teimum lótu seg í frakkarnar, tóku taskurnar um herðarnar, og rýmdu úr høllini.
Tey vóru sjey í tali – júst nóg mikið til at skipa samgongu.
Tjóðveldi+Javnaðurin
So nú verða samráðingar førdar millum teir báðar listarnar, sum saman megna at telja upp í sjey: Tjóðveldi við fýra og javnaðarlistan við trimum býráðslimum.
Elsa Berg gjørdist stóri vinnarin á valinum hesaferð. Hon varð fyrstvald í býráðið við 1.007 persónligum atkvøðum, og tjóðveldislistin gjørdist størstur við 3.427, svarandi til meira enn ein fjórðing av øllum atkvøðunum, ið vórðu givnar í Tórshavnar kommunu.
Flokkurin fekk harvið fýra av teimum 13 umboðunum í Tórshavnar býráði. Alt kvinnur. Umframt Elsu Berg eru tað Heidi Lava Elgeirsdóttir við 457 atkvøðum, Annita á Friðriksmørk við 407 atkvøðum og Anja Maria Hammer Weyhe við 367.
Sannlíkindini fyri, at Elsa Berg gerst komandi borgartjóri í høvuðsstaðnum eru eisini stór. Heilt stór.
Heðin absiderar
Tí alt bendir á, at Heðin Mortensen við valúrslitinum í kvøld hevur ásannað, at hansara tíð sum borgarstjóri er av. Ikki bara gekk hansara listi aftur við yvir 3.000 atkvøðum, yvir 25 prosentstigum. Heðin Mortensen fekk hesaferð 789 persónligar atkvøður, tað er ein afturgongd upp á næstan 1.500 atkvøður í mun til seinast.
At hann heldur ikki fekk dóttrina, Elina, við sær í býráðið, má eisini metast sum ein ósigur fyri sitandi borgarstjóran.
Og bara tað, at Heðin Mortensen játtar at fara út í býin saman við tjóðveldiskvinnunum at tingast um eina samgonguavtalu merkir helst eisini, at Heðin Mortensen harvið eisini hevur uppgivið at gerast borgarstjóri aftur, tí sjálvandi fer Tjóðveldi eftir borgarstjórasessinum .
Javnaðarlistin fekk trý umboð í býráðið. Umframt Heðin Mortensen gjørdust tað kollfirðingurin Bergur Robert Dam Jensen og sitandi býráðslimurin Kristianna Winther Poulsen, ið fingu ávikavist 366 og 207 persónligar atkvøður. Kristianna fekk, tá samanum kom, bert tvær atkvøður fleiri enn Elin Heðinsdóttir Joensen.
Hinir mugu bíða
Nú er tað ikki vist, at tjóðveldi og javnaðurin finna fram til eina semju í kvøld, og tí er tað eisini vist, at teir, ið eftir sita – tað eru bara menn, Kommunulistin, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Borgaralistin, fara at leggja seg í nátt við fult løddari telefonini nær oyranum, um onkur skuldi ringt.
Kommunulistin gjørdist triðstørstur á valinum við 2.283 atkvøðum, 16,9 prosentum og tveimum býráðslimum. Tveimum monnum, sum hetta valskeiðið hava umboðað javnaðarlistan í býráðnum, Tróndur Sigurðsson fekk 670 persónligar atkvøður og Kári Johansen 424.
Fólkaflokkurin varðveitti síni tvey umboð í býráðnum. Listi A fekk 1.899 atkvøður, svarandi til 14,1 prosent. Høgni Vilhelmsen gjørdist greiður vinnari við 490 atkvøðum, meðan sitandi býráðslimurin, Birgir Nielsen, fekk 236.
Sambandsflokkurin fekk ikki ta framgongdina, sum veljarakanningin hevði spátt. Listi B fekk 1.315 atkvøður, 9,8 prosent, og Annfinn Brekkstein varð afturvaldur við 406 persónligum atkvøðum.
Endiliga er tað Borgaralistin, sum fekk 1.156 atkvøður, 8,6 prosent, og ein valdan. Men tað gjørdist ikki stovnarin av listanum, Jóhann Simonsen, sum flest høvdu væntað. Hinvegin gjørdist tað bróður kenda javnaðarpolitikaran, Sjúrð Skaale, hann eitur Guttormur í Skála. Guttormur fekk 336 persónligar atkvøður, 18 atkvøður fleiri enn áðurnevndi Jóhann Simonsen.
Veljarakanning helt rímiliga væl
Framsókn missti sína umboðan í býráðnum. Listin fekk 692 atkvøður. Heldur ikki Miðflokkurin fekk umboðan. Flokkurin, ið annars ikki hevur stillað upp til býráðsval, fekk 247 atkvøður á kommunuvalinum hesaferð.
Venda vit aftur til veljarakanningina (Les: Tórshavnar býráð verður eitt kloddateppi), sum BlaðiðVikuskifti kunngjørdi 2. november, so kann staðfestast, at hon rakti rættiliga væl. Tá spáddu vit, at Tjóðveldið fór at fáa trý vald – tey fingu fýra og vit spáddu sambandinum tvey, tey fingu eitt. Hinar forsøgnirnar hildu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald