2025-06-19 07:49

Løgreglan valdi at taka tveir mans við á støðina og niður í klivarnar í kjallaranum, har teir hava sovið í nátt.
Tað var eitt av skeinkistøðunum í miðbýnum í Havn, sum boðaði frá monnunum, sum vóru sera fullir, og at annar var sera illur í sær.
Løgreglan fór á staðið og tók menninar við sær. Annar teirra uppførdi seg so mikið ólátað, eisini eftir at hann var komin á støðina, at hann fær eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, upplýsir vaktleiðarin hjá politinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald