Tveir mans vórðu í gjár handtiknir fyri ránið á franska listasavninum Louvre farna vikuskifti.
Tann eini varð handtikin á Charles de Gaulle floghavnini í París, tá hann var á veg umborð á eitt flogfar til Algeria. Hin varð handtikin í Seine-Saint-Denis býarpartinum í París.
Tvey onnur luttóku eisini í ráninum, men einki verður sagt um teir, skrivar Ritzau, sum endurgevur franskar miðlar.
Tað var 19. oktober, at fýra tjóvar á altjósum degi fóru inn á heimskenda listasavnið, har teir stjólu prýðislutir úr tveimum glasskápum.
Tilsamans átta lutir vórðu stolnir, og teir verða mettir at hava eitt samanlagt virði á umleið 88 milliónir evrur - umleið 650 milliónir í okkara krónum.
Millum tað, sum varð stolið, var m.a. eitt hálsprýði við smaragdum og diamantum, sum franski keisarin, Napoleon Bonaparte gav aðru konu síni, Marie-Louise av Eysturríki, sum hann giftist við í 1810.
Les eisini: Ársins snildasta innbrot – men eisini tað býttasta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald