Innanlands

Tveir menn í rættin í málum um kynsligan ágang móti børnum

Báðir eru føddir í 1987 og nokta seg sekan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-19 20:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvey mál verða í Føroya rætti í næstu viku um kynsligan ágang móti børnum. Tveir menn eru ákærdir og báðir eru teir føddir í 1987.

Tað skrivar kvf.fo.

Ein maður er ákærdur fyri tvær ferðir at hava havt kynsligt samband við eina 12 ára gamla gentu, sum hann kendi, í 2007.

Í hinum málinum er ein maður ákærdur fyri 11 brot á revsilógargreinina um barnapornografiskt tilfar. Hann skal hava havt og útbreitt pornografiskar myndir av fólki, sum eru yngri enn 18 ár.

Báir menninir nokta seg sekar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder