Innanlands

Tveir mistu koyrikortið á staðnum

Ein bilførari koyrdi heili 142 km/t í gjár

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-06-18 12:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ferðslupatruljan hjá løgregluni ger fleiri kanningar hesa tíðina á árinum. Í gjár var hon í Skálafirði har ferðamátingar vóru gjørdar.

Tað var umleið kl. 18:30 í gjár at løgreglan gjørdi kanningar. Og tað gav úrslitið, tí at tveir bilførarar koyrdu so skjótt, at teir mistu koyrikortið.

Tann fyrri koyrdi 124 km/t, meðan tann seinni koyrdi 142 km/t. Talan var í báðum førum um tveir ungar bilførarar. Teir fingu báðir tveir frátikið koyrikortið á staðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder