Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Tórshavn upplýsir fyri Portalinum í morgun, at illgruni er um, at tveir persónar koyrdu ávirkaðir í høvuðsstaðnum í gjárkvøldið.
Persónarnir vórðu støðgaðir í bilum sínum og skuldu blása. Vanligt er, at ein blóðroynd eisini verður tikin, tá hetta talið vísir yvir 0,2.
Hvørja revsing bilførarnir fáa, er alt eftir hvat blóðroyndin vísir.
Vaktleiðarin sigur annars, at tað var eitt friðarligt kvøld og ein friðarlig nátt hjá løgregluni. Í høvuðsstaðnum var Mentanarnátt, og øðiliga nógv fólk úti. Norðoyastevna er eisini í Klaksvík. Gott veður, gott lag og sum heild friðarligt verður upplýst.
Innanlands
Tveir persónar bíða eftir úrslitinum frá blóðroyndini
Hesir vórðu steðgaðir í høvuðsstaðnum í gjárkvøldið og skuldu blása, tí illgruni var um rúsdrekkakoyring. Annars vóru nógv fólk men friðarligt í býnum
2023-06-03 09:59
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald