Tveir persónar vórðu fluttir á landssjúkrahúsið til kanningar fyri roykeitran, eftir at eldur var í einum húsum í Børkugøtu í býlinginum Undir Brúnni í gjár. Hetta váttar løgreglan fyri Portalinum.
Løgreglan segði í gjár, at arbeitt verður við einum illgruna um at eldurin er ásettur. Men hesum vil løgreglan ikki váttað fyri Portalinum í dag. Í gjár varð annars sagt, at tað nakað var sum týddi upp á tað, men meir vildi løgreglan ikki siga.
KVF veit tó at siga frá løgregluni, at talan var um eldáseting, og at ein ung kvinna varð handtikin. Hon verður avhoyrd í dag
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at kanningar verða enn gjørdar. Nakrar av kanningunum verða gjørdar her, meðan aðrar verða sendar til Danmarkar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald