Seinasta vikan hevur verið heilt serstøk hjá Havsbrún, tí at tvey starvsfólk hava fingið doktaraheiti. Talan er um Rúna Weihe, deildarleiðara á fóðurdeildini, og Hans Jákup Jacobsen, granskingar- & menningarleiðara, sum hava vart hvør sína Ph.D.-ritgerð.
Rúni Weihe vardi sína Ph.D. ritgerð hósdagin 13. desember á Norges Miljø- og Biovitenskapeliga Universitet.
Ritgerðin snýr seg javnvágina millum fiti og protein í laksafóðri.
Dagin eftir, fríggjadagin 14. desember, vardi Hans Jákup Jacobsen sína Ph.D. ritgerð á Universitetinum í Bergen. Í Ph.D.’ini skjalprógvar Hans Jákup, at enzymið frá einum soppi, sum kallast Aspergillus niger, kann niðurbróta nøkur anti-føðsluevni, sum eru í soyamjøli og sum elva til bruna í tarminum hjá laksi.
Á Havsbrún eru tey sera errin av, at hava fingið tveir Ph.D.’arar, og hátíðarhalda hetta við eini almennari móttøku í kantinuni seinnapartin hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald